Faroe Islands

Team Faroes June-July 2011 L-R Anna Turid Runi Maare Donald Pamela

Chapter Director:
Turid Christopherson turid@earthrace.net

EARTHRACE CONSERVATION STOVNAR DEILD Í FØROYUM
by Earthrace Conservation - Faroe Islands on tann 16. Juli 2011 kl. 23.59

Earthrace Conservation boðar hervið frá, at tey hava stovnað eina deild við heimstaði í Føroyum. Hetta er fyrstu ferð eitt altjóða havumhvørvisverndarfelag hevur fingið sær fastan heimstað í Føroyum. Stovnsetanin av deildini er komin í lag, takkað verið nøkrum fáum føroyskum eldsálum, ið brenna fyri høvunum og sjólívinum í teimum, og diplomatiska og friðarligu framferðini hjá Earthrace-toyminum, tá ið tey vitjaðu oyggjarnar - bæði í februar og nú tey vóru her í summar. Toymið møtti vælviljað, prátaði við fólk og kannaði hugburð føroyinga til grind, og møguliga heilsuvandan hjá teimum, ið eta tvøst og spik.

Turid Christophersen, ið er 31 ára gomul, stjórnar deildini hjá Earth Conservation í Føroyum. Hon var longu virkin í Djóraverndarfelagnumn áðrenn - og er tað enn. Turid er eisini eigari og stovnari av Snow Publishing, ið er eitt útgávu-, sølu- og marknaðarføringsfelag.

Turid sigur soleiðis: “Eg havi sæð ein tørv hjá fólki at fáa tosa út um sjólívið kring oyggjarnar - frá grind, lundan, ið er í stórari afturgongd, til dálkingina av sjófugli, umframt ovurfisking. Eg havi eisini havt nógv samband við Earthrace-toymi, og mær dámdi væl framferðarháttin hjá teimum, í meðan tey vóru í Føroyum. Eg kundi røkka longri og nærri málinum innan umhvørvisvernd við at samstarva við Earthrace”.

Við vónini at broyta hugsunarháttin hjá fólki til grind, arbeiða Turid og onnur Earthrace-viðhaldsfólk við heimstaði Føroyum við praktiskum og útbúgvingarligum átækum miðvíst innan heimsfevnaði havumhvørvismál, umframt við følnum og hóttum sjódjórum, umhvørvisrøkt og fiskivinnuóskikki, so sum hávafinnuvinnu, ein vinna, ið ger at 70 millión háva árliga lata lív, bert tí finnan skal brúkast í hávafinnusuppu. Restin av hávinum fer aloftast burtur.

Føroyska deildin er hin 10. í røðini síðani Earthrace Conservation varð stovnað av nýsælandska umhvørvismanninum, Pete Bethune í januar í ár. Hinar deildirnar eru í Sambandsríkjunum, Avstraliu, Nýsælandi, Suðurafriku, Svøríki og Stóra Bretlandi.

Earthrace Conservation í Føroyum er á Facebook: http://www.facebook.com/pages/Earthrace-Conservation-Faroe-Islands/20372...
Nærri kunni um Earthrace Conservation: www.facebook.com/earthrace

Sponsors